Fótbóltur

VFF Cup: AB vann á útivølli ímóti Víkingi

Vìkingur og AB spældu málríkan dyst í Sarpugerði í kvøld.

Atli Gregersen var aftur á vøllinum fyri Víking í kvøld. Jobin Drangastein skoraði fyri AB í sigrinum
(Mynd: Sverri Egholm)

Atli Gregersen var aftur á vøllinum fyri Víking í kvøld. Jobin Drangastein skoraði fyri AB í sigrinum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-05 21:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í 4. umfari í VF Cup varð leiktur í kvøld. Kavin hevur darvað í seinastuni, og bert ein dystur varð leiktur í vikuskiftinum. Tað var við Løkin, har NSÍ vann 1-0 á ÍF. KÍ var í Suðuroy á venjingarlegu, men dysturin ímóti TB varð ikki leiktur osakað av nógva kavanum. 

Les meira

Í kvøld tók Vìkingur ímóti AB, og talan gjørdist um ein spennandi dyst. Bæði liðini skoraðu í 1. hálvleiki. Miðskeiðis í 2. hálvleiki kom heimaliðið á odda 2-1, men AB svarði aftur og vann dystin. Harvið fingu argjamenn víst nakað á útivølli ímóti víkingunum, ið nærum vóru í sterkastu uppstilling. 

Víkingur-AB 2-3 (1-1)

0-1: Jobin Drangastein

1-1: Milan Svojic (br)

2-1: Hjartvard Hansen 

2-2: Filip í Liða

2-3: Hans Jákup Annfinnson (br)


Bolt.fo upplýsir, at Víkingur stillaði upp á hendan hátt frá byrjan: 

Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen – Hjartvard Hansen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen – Heðin Hansen, Milan Svojic – Gunnar Vatnhamar, Dion Splidt, Filip Djordjevic – Andreas L. Olsen.

Áhugavert er, at Atli Gregersen er tøkur aftur eftir skaða, og at Hanus Jacobsen, ið ivamál hevur verið um hann yvirhøvur kemur at spæla í ár, var við fyri fyrstu ferð.  

Í morgin verða tveir dystir á skránni. Báðir byrja klokkan 18.30: 

EB/Streymur - Skála
HB - B36



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder