Bert ein dystur í VFF Cup varð leiktur í dag. Hann var við Løkin, har kavin varð ruddaður burtur, so tað kundi spælast. Hinir dystirnir, sum skuldu verða í vikuskiftinum eru fluttir. Tað verður tó møguliga spælt við Stóra í morgin.
Tað kom bert eitt mál í Runavík. Málskjútti var Pætur Hentze. 19-ára gamli bakkurin, sum veruliga gjørdi vart við seg í bestu deildini í fjør, kom á vøllin tíðliga í 2. hálvleiki. Tað var norðmaðurin Peder Nersveen, sum legði upp til málið. 26-ára gamli miðvallarin royndarvenur í løtuni við NSÍ
Les eisini: Nordmaður til royndarvenjing í NSÍ
NSÍ-ÍF 1-0 (0-0)
1-0: Pætur Hentze
NSÍ: Tórður Thomsen - Jann Martin Mortensen, Jóhan T. Davidsen, Oddur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen - Petur Knudsen, Peder Nersveen, Betuel Hansen, Jann Benjaminsen - Búi Egilsson, Klæmint A. Olsen.
ÍF: Petur Meinhard Magnussen - Gunnar Christiansen, Dávid Langgaard, Poul N. Mikkelsen, Andy Olsen - Høgni Madsen, Karl Løkin - Arnold Kristiansen, Jóhan Petersen, Ari Ó. Ellingsgaard - Jan Ó. Ellingsgaard.
Bæði liðini gjørdi fleiri útskiftingar gjøgnum dystin.
4. umfar í VFF Cup:
Sunnudagin 03.02:
15.00: TB - KÍ
Týsdagin 05.02:
18.30: EB/Streymur - Skála
Víkingur - AB
Mikudagin 06.02:
18.30: HB - B36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald