Ein dystur í VFF Cup varð leiktur í kvøld. Hann var í Gundadali, har grannarnir HB og B36 hittust. EB/Streymur-Skála var eisini á skránni í kvøld, men tað var ov nógvur kavi á heimavallunum hjá báðum liðunum, so dysturin varð avlýstur.
HB legði hart út í Gundadali, og eftir tjúgu minuttir var 2-0. Símun Samuelsen umsetti tíðliga eitt brotsspark til mál, og áleyparin Ari Mohr Olsen økti eftir upplegg frá Símuni, ið hevur hevur verið flúgvandi í venjingardystinum.
Bæði liðini høvdu javnt nógv horna og skotroyndir. Men tað var HB, ið var omaná, og stutt fyri leiklok skoraði ungi innskifti áleypari, Villiam Emil Klein, til 3-0.
HB hevur tíggju stig í fýra dystum í kappingini, og er harvið á odda. B36 hevur vunnið tveir og tapt tveir.
HB - B36 3-0 (2-0)
1-0 Símun Samuelsen (br.)
2-0 Ari Mohr Olsen
3-0 Villiam Emil Klein
Hjá HB byrjaðu hesir inn:
Teitur Gestsson - Jógvan Ròi Davidsen, Bartal Wardum, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Pætur Petersen, Hørður H. Askham, Daniel Johansen, Símun Samuelsen - Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen
Í seinna hálvleiki komu m.a. Adrian Rúnasson Justinssen og Binni Hlöðversson á vøllin fyri HB
B36:
Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Hugin Samuelsen, Alex Mellemgaard - Tórur Hentze Hardlei, Eli F. Nielsen - Árni Frederiksberg, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson - Brian Jacobsen
Í seinna hálvleiki var, ímillum aðrar, Benjamin Heinesen eisini á vøllinum fyri B36
Sí meira um dystin her
Í gjár vann AB á útivølli ímóti Víkingi
Fótbóltur
VFF Cup: HB vann greitt í grannauppgerðini
Føroyameistararnir hava higartil sæð sannførandi út í venjingardystunum.
Símun Samuelsen, sum her hevur skorað ímóti B36 í Betri-deildini, skoraði og legði upp í Gundadali í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
2019-02-06 20:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald