Oyggjaleikir 2019

Við í øllum finalunum

Seinasti dagurin hjá svimjingini er í dag, og Føroyar hava í morgun svomið seg í allar finalurnar.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-11 13:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu 12 finalurnar í svimjing verða í kvøld, og føroysku svimjararnir hava í innleiðandi kappingunum í morgun vunnið seg víðari í allar finalurnar.

Í fleiri finalum eru enntá tveir føroyingar við, so spennandi verður at vita hvussu svimjararnir fara at klára seg. Higartil hevur gingið bæl hjá svimjingini, sum hevur vunnið tólv gull, tvær silvur og 8 bronsur.

Soleiðis verður svomið:

100 metrar blandað kvinnur
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard

400 metrar frí menn
Óli Mortensen og Rókur Trygvason

200 metrar firvald kvinnur
Rebekka Trygvadóttir

100 metrar rygg menn
Alvi Hjelm

100 metrar frí kvinnur
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard

50 metrar frí menn
Róland Toftum og Rókur Trygvason

50 metrar rygg kvinnur
Signhild Joensen

200 metrar bringa menn
Rókur Trygvason og Alvi Hjelm

800 metrar frí kvinnur
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard

4x100 metrar bblandað kvinnur
Føroyar

4x50 metrar frí menn
Føroyar

Átta ferðir 50 metrar frí kvinnur og menn
Føroyar

Kringvarpið stroymir beinleiðis frá svimjingini í kvøld. Til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá Kringvarpinum her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder