
Fríggjadagin klokkan 10 vórðu líka undir 2.500 atgongumerki sett til sølu til Føroyar-Ukraina. Hesin dysturin skal spælast 11. mai, og verður hann møguliga avgerandi fyri, um Føroyar skulu við til EM-endaspælið í januar ella ikki - í øllum førum um hvat pláss føroysku menninir enda í undanbólkinum.
Tað varð ikki formliga útselt fyrren mánadagin, men hetta var bert tí, at atgongumerki.fo krassjaði fríggjadagin fyrrapartin; heilt stutt eftir at sølan fór í gongd. Harvið vórðu tey seinastu 400 atgongumerkini ikki seld fyrrenn í hesari vikuni. Hetta var eftir lutakast um rættin at sleppa at keypa.
Annars høvdu tað bert gingið heilt fáir minuttir, áðrenn tey umleið 2.500 atgongumerkini høvdu verið farin - eins og tað til fyrsta dystin og til seinastu heimadystirnar á Hálsi
Sí eisini:
Ov stórur áhugi: Heimasíðan krassjaði
Stórir trupulleikar við søluni - umleið 400 atgongumerki eftir
Eitt er skipanin hjá atgongumerki.fo, sum man nú fer at hyggja meira gjølla eftir og spyrja: Kann hon tola trýstið? Men tað er eisini keðiligt á ymsan hátt, at verri enn so øll, sum ynskja tað, kunnu fara til landsdyst við Tjarnir, tá menninir spæla.
Til Føroyar-Niðurlond í mars vóru fleiri, sum royndu at gagnnýta støðuna við at selja fyri yvirprís. Slík søla á svarta marknaðinum - á ymiskum rótikassum millum annað - er ólóglig, og HSF hevur staðiliga ávarað um hetta til hendan dystin. Mál um víðarisølu av atgongumerki fyri vinning kunnu verða meldaði til løgregluna.
Sí eisini: Óvuliga keðiligt at fólk vilja gagnnýta stóra áhugan - møguliga minka talið av standiplássum
Tað vóru beint yvir 3.000 áskoaðrar til fyrsta landsdystin við Tjarnir, men eftir Niðurlond - Føroyar segði stjórin í HSF, at talið helst verður eitt sindur lægri framyvir. Hetta er fyri at gera tað smidligari og eisini betri at standa á balkongini, greiddi Andrass Thomsen Portalinum frá í mars.
Til landsdystin hjá kvinnum í síðstu viku var ikki so langt frá at vera fullsett. Til onkrar konsertir kann so stórur gravgangur verða, at umleið 3.000 fólk vera til staðar við Tjarnir. Men tað er sjálvandi skilligt, at høllin ikki er bygt til at vera "ovurstór". Hetta hevði eisini havt ein væl størri kostnað við sær.
Fólk kunnu eisini hugsa, at kanska áhugin fyri hondbólti ikki verður eins stórur um nøkur ár. Tað er heldur ikki óviðkomandi at draga fram, men hinvegin so eiga landsliðini ikki at "fyribils toppa" fyrrenn um nøkur ár. Tað er eisini ein sannroynd nú, at man kundi selt nógv fleiri atgongumerki enn tey umleið 2.500, sum nú koma til sølu, til manslandsdystirnar. Nakað av atgongumerkjum fer til stuðlar, feløg o.s.fr.
Sí eisini: Hesir 16 skulu royna at spæla Føroyar til EM
Er tað so yvirhøvur gjørligt at fáa fleiri fólk inn Við Tjarnir til slíkar altjóða dystir? Portalurin hevur fingið upplýst, at høllin er góðkend til nakað fleiri fólk, tá talan er u konsertir, men at tað krevur nógv at fáa tað útvíðkað í sambandi við hondbóltsdystir. Tað er ikki heilt í ítøkiligu ætlanunum beint nú.
Meira um hetta seinni
Dagført: 17.31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald