Hann spælir nú í næstbestu deildini í Danmark, har fleiri tættir dystir eru. Teis Horn Rasmussen heldur, at hetta hevur fingið hann á eitt uppaftur betri stig; millum annað fysiskt. Júst tað, at føroysku spælararnir so at siga allir nú spæla á hægri stigi hevur alt at siga, heldur strikuspælarin.
Teis og hinir strikuspælararnir hava fingið størri kapping í Ísaki Vedelsbøl, sum er nýggjur í hópinum
Fyrrverandi neistamaðurin fekk ein lítlan heilskjálvt herfyri og hevur harvið sitið yvir fyrstu venjingarnar. Í samrøðuni við Portalin sunnukvøldið sló Teis Horn Rasmussen tó fast, at hendan vikan og spennandi dystirnir í Íslandi fríggjakvøldið og leygarkvøldið hava nógv at siga fyri Føroyar, nú EM-endaspælið nærkast.
- Allar løtur vit hava saman eru virðismiklar, fyri at vit skulu verða so væl fyri sum gjørligt í januar.
Sí eisini: Peter Bredsdroff-Larsen: Fyritreytirnar hjá A-landsliðnum ongantíð verið so góðar
Sí eisini: Bjarni í Selvindi: hetta er tað man hevur arbeitt fram ímóti
Sí eisini: Hákun West av Teigum: Skulu finna samanspælið
Sí eisini: Myndir: A-landsliðið er byrjað at fyrireika seg til EM
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald