Hondbóltur

Video: - At spæla fyri Føroyar á heimavølli er tað størsta

Hetta sigur Óli Mittún, sum eisini setur orð á mótstøðuliðið í morgin, umframt skiftið til GOG: - Fyri ein 20-ára gamlan drong er eitt “pit-stop” í donskum hondbóti helst tað rætta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-11-05 21:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir nógvar gitingar varð tað fyri einum mánaða síðani staðfest, at Óli Mittún fer at skifta til GOG næsta summar.

Fjón - tætt við familju - og ein sterk donsk deild sær Óli sjávur sum tað besta í støðuni;eftir tíðina í svenskum hondbólti. Størri feløg vóru eftir fótfima hoyvíkinginum, men fyrst verður tað í øllum førum eitt “pit-stop” í Danmark: So gongst tað vónandi væl.

Óli Mittún verður ikki 20-árs gamal fyrrenn næsta summar. Nú gleðir Sävehof-stjørnan seg bara til heimadyst á Hálsi frammanfyri sløkum 2.000 føroyingum.

Hetta verður í morgin, mikukvøldið 6. november klokkan 19, tá Kosovo vitjar - eitt lið sum kann gera tað ógvuliga trupult fyri føroyingarnir í 1. umfari í EM-undankappingini, staðfestir Óli Mittún.

Sí samrøðuna ovast.

Sí eisini: Elias: Var bangin fyri ikki at verða klárur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder