Fótbóltur

Video: - Bleiv ordiliga kedd tá Heidi hótti við at gevast

- Tað var ein stórur dagur, sigur Heidi Sevdal um at hon týsdagin spældi dyst numar 100 fyri landsliðið. Sara Samson Shaki hevur altíð sæð upp til landsliðsliðfelagan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-17 20:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg havi altíð sæð ordiliga nógv upp til Heidi, og hon gevur so nógv gott frá sær. So eg eri øðiliga glað fyri, at eg var við at uppliva, tá hon spældi sín dyst nummar 100, staðfestir Sara Samson Shaki.

Heidi Sevdal og Sara Samson Shaki vóru gestir í Fótbóltsskýlinum á FM1 seinnapartin. Tær hava áður spælt saman í HB og NSÍ og spæla saman á landsliðnum.

Hetta hevur verið eitt gott samstarv, sigur Sara, sum hevur nógv gott at bera fyrsta føroyska spælaranum við 100 A-landsdystum.

- Nú er tað eingin loyna, at eg hótti við at gevast...har sótu eini 30 av mínum tættastu til dystin, so tað varð øðiliga stórt og serligt, staðfestir Heidi Sevdal um "runda" dystin móti Grikkalandi týsdagin.

Føroyar spæla aftur móti Georgia í morgin, leygardagin klokkan 17. FM1 sigur frá dystinum.

Hoyr alla sendingina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder