Tuzla, Bosnia (Portalurin): - Um tú roynir at fáa okkum at siga, at tær hava arga okkum við, at tær hava verið til HM og vit ikki, so er tað ikki so.
Hetta staðfestir Rói Ellefsen á Skipagøtu smílandi. Hann er í parlagi við Rannvu Olsen, sum er vinstri vongur á A-landsliðnum hjá kvinnum. ![]()
Rannvá Olsen til HM-endaspælið í Týsklandi - nú royna Rói á Skipagøtu og hinir at spæa seg til eitt HM í Týsklandi
Súna Krossteig Hansen í søguliga HM-sigrinum á Spania í Trier (Mynd: Sverri Egholm)
Og Pauli Mittún staðfestir, eisini við einum smíli, at tað eru "damurnar ov fittar til at gera - tað kundu tær als ikki funnið uppá".
Unnusta hansara er Súna Krossteig Hansen. Súna, Rannvá og hinar vóru til HM-endaspæl í Týsklandi síðsta vetur, og hava tær nú spælt seg til trý endaspøl á rað.
Sí eisini: Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið
Nú skulu menninir eisini royna at spæla seg til eitt HM-endaspæl. Hetta er hópurin til reiðar til, halda systkinabørnini, men tað krevst eitt "øðiliga gott avrik" í røkkstøkkdystunum móti Bosnia.
Sí brotið úr sendingini í dag ovast
Hoyr alla sendingina her - sent verður aftur úr Bosnia klokkan 11 í morgin, og dystarfrásøgn verður frá klokkan 18.30
Sí eisini: Video: - Tað er heilt víst Teis
--------------------------------------------------
Fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia-Hersegovina - Føroyar
Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina
Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald