Hondbóltur

Video: - Ein tann besti hálvleikurin vit nakrantíð hava spælt

Long álop og sjey ímóti seks vóru lyklarnar í álopspartinum, og taktiska ætlanin var betur enn hon hjá Spania, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu um sigurin, ið merkir so nógv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-23 21:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var frálíkur sum skipari í sjey-ímóti seks spælinum hjá Føroyum. Nógvar fríspælingar og eisini fleiri av málunum fingu "uttanveltaðu" áskoðarnir - ið allir tyktust at halda við Føroyum - at fegnast og undrast og onkutíð nærum gapa.

Tað var ikki fyrrenn seinastu tjúgu minuttirnar, at spaniólar fingu tálma Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið eisini gjørdist troyttur og gjørdi heldur nógvar villur.

- Vit brendu eisini ov nógv seinastu løtuna, staðfesti hann

Sum heild spældu Elias og Føroyar tó ein ógvuliga flottan dyst, og nú verður hugt fram ímóti millumumfarinum: Man hevur aftur víst, at til ber at vinna á øllum.

[object Object]
Elias Ellefsen í Skipagøtu í hopla. Hann skoraði sjey og legði upp til heili 13 í dag (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu takkar áskoðarunum eftir søta sigurin á Spania (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Sigur á Spania og tvey stig víðari

HM-endaspæl fyri U21-landslið - Bólkur D 
Í dag, fríggjadagin 23. juni í GETEC Arena í Magdeburg

Føroyar - Spania 34-31 (21-10)

Endaliga støðan í bólkinum: 
Føroyar 6
Spania 4
Japan 2
Angola 0

Dystargongdin:
5 min: 5-2
10 min: 10-3
15 min: 13-4
20 min: 17-6
25 min: 19-9
30 min: 21-10
35 min: 24-13
40 min: 28-17
45 min: 30-20
50 min: 31-25
55 min: 33-29

Føroyskir málskjúttar:
Hákun West av Teigum 8 (1)
Ísak Vedelsbøl 8
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 (1)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5
Pauli Mittún 3
Sveinur Olafsson 1
Bjarni í Selvindi 1
Pauli Høj 1

Upplegg:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder