Sonni Larsen, høvuðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum í hondbólti, kunngjørdi í gjár hvørjir spælarar vera við tá Føroya spæla tveir EM-undankappingardystir móti Ukraina í apríl.
Tróndur Kragesteen er ein av royndu leikarunum á liðnum, og vit fingu orðið á hann eftir úttøkuna.
Hann sigur, at eitt gott úrslit móti Ukraina hevði verið tað sama sum móti Montenegro í fjør, ein javnleik.
Føroyar og Ukraina spæla í Kiev tann 10. apríl og aftur fyri fullsettum Royal Arena í Keypmannahavn 13. apríl.
Les eisini: Sonni Larsen flytir av landinum, men heldur kanska fram sum landsliðsvenjari
Hesir eru úttiknir:
Málverji
Niklas Simonsen, TMT Tønder
Nicholas Satchwell, Neistin
Vinstri vongur
Rói Berg Hansen, FIF
Vinstri bakkur
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Spæliskipari
Jónas G. Djurhuus, Viking Stavanger
Tróndur Kragesteen, Neistin
Strika
Rókur Akralíð, HII
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Høgri bakkur
Áki Egilsnes, KA Akureyri
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Høgri Vongur
Allan Norðberg, KA Akureyri
Nicklas Selvig, Stavanger IF
Verja
Eirikur Simonsen, FFI
Brandur Halgirsson, H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald