Magdeburg, Týskland (Portalurin) - Eftir 39-34 sigurin á Japan fingu vit fyrst orðið á Hákun West av Teigum.
Høgri vongurin, ið skal spæla til dagliga í Týsklandi næsta ár, gjørdist dagsins spælari og javnsettur føroyskur toppskjútti í dag. Hann og Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraðu ellivu mál hvør.
Hóast hetta er Hákun ikki heilt nøgdur, tí hann brendi fýra skot. Málverjin skifti eitt sindur útgangsstøði eftir steðgin, og so gjørdi nógvi hitin í høllini sítt í mun til bóltin, segði Hákun, ið tó ikki vildi brúka tað til ov stóra umbering.
- Eg skal royna at skora hvørja ferð í næsta dysti, segði hann smílandi.
Hákun West av Teigum legði fleiri ferðir í fyrra hálvleiki bóltin innum, undir ella yvir sprellandi málverjan (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Hákun West av Teigum spældi allar 60 minuttirnar. Føroyar fingu ongantíð veruliga tak á japanska álopsspælinum, viðurkennir hann, og júst verjuspælið skulu teir arbeiða við undan Spania-dystinum.
- Tað verður eins torført, um ikki verri í morgin móti Spania, ið er eitt ógvuliga sterkt lið.
Føroyar og Spania spæla í Magdeburg í annaðkvøld klokkan 19.15. 1. plássið í bólkinum og tvey stig víðari eru uppá spæl.
HM-endaspæl fyri U21-landslið - Bólkur D
Í dag, hósdagin 22. juni í GETEC Arena í Magdeburg
Føroyar - Japan 39-34 (21-17)
Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 11 (1)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 (2)
Janus Dam Djurhuus 6
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Pauli Mittún 3
Ísak Vedelsbøl 2
Pauli Høj 1
Bjarni í Selvindi 1
Dagsins spælari, sambært IHF: Hákun West av Teigum
--
Sí eisini:
Á veg víðari við nógvu málum í skjáttuni
Video: Rói Ellefsen á Skipagøtu: Skulu brúka so at siga alla okkara orku í verjuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald