
- Vit, sum komu inn, vildu eisini gjarna skora mál, og tað var ein stuttligur dystur at koma inn í. Vit fóru eftir stigametinum, og tá eru sigrar móti slíkum stigum eisini neyðugur.
Soleiðis setur Adrian Rúnson Justinussen orð á sigurin móti Montenegro hóskvøldið, har Hillerød-spælarin spældi seinasta korterið.
Sí eisini: Árni fer altíð at minnast avrikið móti Montenegro (video)
Í morgin fara Adrian og Føroyar aftur eftir einum stórum úrsliti á Tórsvølli: - Kekkia er eitt væl sterkari lið enn Montenegro men vit skulu aftur gagnnýta møguleikarnar, staðfestir 27-ára gamli vongurin.
Milliónirnar og mong prik
1. januar skiftir Adrian Justinussen til AC Horsens. Síðani skiftið og sáttmálin vórðu almannakunngjørd í seinastu viku, hevur hetta fylt rímiliga nógv í serliga donsku miðlunum. Har er lønin hjá Adriani, við milliónaupphæddin í "sign-on.-fee", komin fram.
Sí eisini: Milliónir til Adrian Justinussen
Í dag staðfestir Adrian Justinussen við einum smíli, at nógv fólk hava prikað eitt sindur við upplýsingunum um pengar, og at tað sjálvandi hevði onkran leiklut í avgerðini.
Tó var høvuðsorsøkin møguleikarnir og ætlanirnar, sum eru í Horsens undir David Nielsen.
Hoyr alla samrøðuna við Adrian Justinussen ovast
Føroyar og Kekkia spæla í morgin, sunnudagin 11. oktober, klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald