- Vit noyðast at hava tol og spæla møguleikarnir so stórar sum gjørligt; millum annað fyri at vit ikki loyva teimum í kontraálop, har tær eru so sterkar, og har tær kunnu renna okkum niður.
Pernille Brandenborg veit sum so betur enn nakar annar á føroyska liðnum, hvørja styrki danska liðið hevur. 24-ára gamli strikuspælarin er uppvaksin í Danmark og spælir, eins og í fjør í bestu donsku deildini, sum er ein av teimum, ið er mest frammaliga í Evropa.
Pernille Brandenborg hevur tó føroyska mammu, og tað ger, at hon kann spæla fyri føroyska landsliðið, ið hon er sera glað fyri. Nú dagin fyri serstaka dystin, sigur Pernille, at Føroyar merkja ótrúliga nógv fyri hana, og at hon gleðir seg til at geva alt fyri liðið og landið í morgin, har hon fer at syngja við til "Tú altfagra land mítt" og ikki "Det er et yndigt land, ið hon eisini dugir orðarætt.
Dysturin millum Føroyar og Danmark verður í Høllini á Hálsi í morgin - hann byrjar 16.15.
Sí eisini:
Jana Mittún: - Hetta er nógv hægri tempo (video)
Annika Fríðheim Petersen: - Tær eru hondbóltsspælarar líka sum vit (video)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald