Fótbóltur

Video: - Fult fokus á landsdystirnar áðrenn 30-ára føðingardagin

Hørður Askham leggur dent á týdningin av at byrja Nations League væl leygardagin og tað at skora fleiri mál. Miðverjin setur eisini orð á sítt skifti til Roskilde í næstbestu donsku deildini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-09-04 11:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Skulu royna at fáa fleiri mál - so verður tað jú lættari at vinna fótbóltsdystir.

Hetta er nakað, man arbeiðir við, og tað at vinna leygardagin móti Norðurmakedónia hevði "hjálpt" føroyska A-landsliðnum heilt væl. Hetta staðfesti Hørður Askham í sambandi við fyrstu venjingina hjá hópinum saman í gjár.

29-ára gamli miðverjin hevur í summar tikið fetið upp: Úr triðbestu donsku deildini til næstbestu donsku deildina. Hetta hendir skjótt, og kann skitið til Roskilde gerast umráðandi fyri meg, staðfetir havnarmaðurin, sum annars ikki vil seta so nógv orð á sína støðu í miðverjuni hjá landsliðnum.

[object Object]
Hørður Askham við bóltinum til venjingina í gjár. 29-ára gamli havnarmaðurin meira ella minni staðfestir, at Føroyar hava tørv á góðum úrslitum nú (Mynd: Sverri Egholm)

Sí video omanfyri

Sí eisini: Myndir: Løgdu fyri í sólini á Tórsvølli

Sí eisini: Video: Gunnar Vatnhamar: Vilja vísa Føroya fólki at vit vilja vinna

Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, Leygardagin 07.09
14.00: Føroyar - Norðurmakedónia

Atgongumerki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder