Fótbóltur

Video: - Her var klassa munur

Meinhard Egilsson Olsen staðfestir, at Føroyar bara vóru betri - og at landsliðið hevur ógvuliga góðar spælarar allastaðni - allir kundu spælt yrkisfótbólt, og vit skulu flyta okkum longur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-09 23:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var fremsti maður í kvøld - vongurin, sum er vongbakkur í Kolding, og sum kann spæla so at siga allastaðni á vøllinum.

- Eg havi spælt so at siga alt... og eg spæli bara har, sum venjarin setur meg. Tað er eitt sindur um Shaki, og tað er fínt; tað mest umráðandi er at spæla. Og at liðið vinnur.

Tað sama hugsar Meinhard Egilsson Olsen um málið.

- Eg nart líka bóltin, men eg veit ikki. Kanska tað verður sjálvmál, kanska Árni fær tað - tað er ikki so týdningarmikið.

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen í minsta lagi órógvaði málverja og verju í sambandi við 2-0 málið, og var fremsti føroyski maðurin eisini væl við í 1-0 málinum

[object Object]Her í eitt av sínum mongu frambrotum (Myndir: Sverri Egholm)

Hann stríddist, hótti og stressaði "pøstu verjuspælararar" hjá Montenegro.

- Vit føldu, at vit gjørdist farligir ofta, og vit vóru bara betri allan vegin.

Meinhard Egilsson Olsen spældi sín A-landsdyst nummar 39 í kvøld. 28-ára gamli runavíkingurin heldur, at føroyska landsliðið er ógvuliga væl fyri.

- Teir, sum ikki eru yrkisspælarar hjá okkum, kundi væl verið tað - teir hava valt sjálvir at spæla í Føroyum. Vit hava spælarar, ið koma inn ella ikki spæla, sum millum annað hava næstan 100 landsdystir. Her er góðska allastaðni, og vit skulu koma víðari frá at "bara" vinna á liðum sum Gibraltar 

Hoyr alla samrøðu við vælsspælandi áleyparan ovast

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, hósdagin 8. september
Føroyar - Montenegro 4-0 (2-0)
16' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 1-0
36' Meinhard Egilsson Olsen (Árni Frederiksberg) 2-0  - møguliga sjálvmál
55' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 3-0
72' Árni Frederiksberg, br. 4-0

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Mattias Heðinsson Lamhauge – Jóannes Kalsø Danielsen (81' Jann Julin Benjaminsen), Odmar Færø (L), Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (76' Petur Knudsen), Brandur Hendriksson Olsen (68' Geza David Turi), Jákup Biskopstø Andreasen, Hanus Sørensen (76' Adrian Rúnason Justinussen) – Meinhard Egilsson Olsen (68' Jóan Símun Edmundsson)

[object Object]
Ein fegin Meinhard Egilsson eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 13 stig (5 dystir)
2. Kekkia 13 stig (5 dystir)
3 Føroyar 9 stig (6 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder