- Samanhald og hugburður.
Serliga hetta var gott hjá føroyska liðnum í dag, í mun til tað mentala. Tað staðfestir Ovi Lützen eftir frálíka 27-19 sigurin á Portugal, sum fekk silvurheiðursmerki til EM í fjør.
Sí eisini: Stóðu próvtøkuna við hægsta metið
Sterki havnarmaðurin var ein av føroyingum, sum spældi frálíka væl. Hann setur orð á, hvat eydnaðist væl í serliga verjuni, og hvussu teir mentalt vóru fyrireikaðir til uppgávuna.
Føroyar hava vunnið allar fimm dystirnar í endaspælinum higartil. Nú hyggja Ovi og hinir fram ímóti HM-fjórðingsfinaluni í Berlin hósdagin.
Ovi Lützen, nr. 23 í miðjuni (Mynd: Sverri Egholm)
Sí allar myndirnar frá frálíka føroyska dystinum móti Portugal her
U21 HM høvuðsumfarið - bólkur II, seinna umfar
Swiss Life Hall, Hannover - í dag 26. juni
Føroyar – Portugal 27-19 (15-10)
Støðan í bólkinum áðrenn seinasta umfar:
Føroyar 6 stig *
Portugal 4 stig *
Spania 0 stig
Brasil 0 stig
*Víðari
Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 3-4
15 min: 5-6
20 min: 9-6
25 min: 12-8
30 min: 15-10
35 min: 16-12
40 min: 17-13
45 min: 17-14
50 min: 21-15
55 min: 25-18
Føroyskir málskjúttar:
Bogi Hansen 8(2)
Bjarni í Selvindi 8 (2)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Kristoffur Bjørgvin 2
Pauli Høj 2
Kristian Jensen 2
Brian Slyne 1
Upplegg:
Rói Ellefsen á Skipagøtu 6
Bjarni í Selvindi 5
Brian Slyne 3
Kristoffur Bjørgvin 2
Ovi Lützen 1
Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 14/33 = 42 prosent
Tekniskar villur:
Føroyar: 8
Portugal: 11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald