Eftir landsliðsúttøkuna var nakað av kjaki um Jóan Símun Edmundsson: Var tað rætt at taka hann út ella ikki?
Royndi toftamaðurin hevur millum annað eyðsýndar tekniskar gávur, og kann halda fast í bóltinum, men hann hevði ikki spælt kappingardyst síðani sigurin á Turkalandi í september í fjør - har hann skoraði og spældi heilt væl.
Skaðar hava lagt honum meinbogar í vegin. Seinastu nógvu vikurnar hevur Jóan Símun tó verið í fullari venjing, men tað var greitt, at hann ikki fór at halda fram í Waasland-Beveren í Belgia. Nakrar venjingar í Týsklandi, og nú tvær í Víkingi og síðani við A-landsliðnum, har talan gjørdist um yvir 90 minuttir samanlagt yvir tveir dystir.
Í viðtalu við Portalin skýrdi spælarin sjálvur tað vera ein stóran persónligan sigur at vera aftur á landsliðnum eftir longu tíðina úti og nógvu ivamálini. Kropsliga støðan er nú góð, sigur Jóan Símun Edmundsson, hóast hann viðurkennir, at dystarformur vantar.
Tað skal hann skjótt fáa í nýggjum felagi. Álopskendi spælarin fyllir 32 í næsta mánaða, og tilgongdin at fáa næsta sáttmálan er í gongd, sigur hann, og staðfestir, at tað kunnu ganga nakrar vikur.
Hoyr eisini Jóan Símun seta orð á avrikini hjá liðnum. Hann fegnast um at teir spældu og vístu meira móti Albania í gjár enn móti Kekkia, men staðfestir at nógv er eftir at arbeiða við - hann ernakað argur um, hvussu málini koma, og heldur eisini, at teir har frammi skulu vera skarpari og meiri avgjørdir.
Sí eisini: Håkan Ericson: Tað kann kosta at royna at spæla á hendan hátt
Sí eisini: Odmar Færø: Fáa bara ikki bóltin í málið í øðrum hálvleiki
Sí eisini: Andrass Johansen: Spældi ikki við nakrari hondbremsu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald