Hondbóltur

Video: - Hetta er fantastiskt at vera við til

Tað er nógv, vit skulu seta okkum inn í, men tað er øgiliga hugaligt arbeiði, sigur Hans Jón Thomsen. Stjórin í HSF setur eisini orð á skreiðbreytuna við kenslum á ferðini til Eysturríkis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-05-04 14:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hans Jón Thomsen varð í november 2022 settur í starv sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya - eitt heilt nýtt starv sum í samband við økta virksemi  skuldi styrkja um umsiting og leiðslu í HSF.

Nú hevur tvøramaðurin við læraútbúgving og ymisku leiðsluroyndunum eina stóra uppgávu. Sum stjóri skal hann standa fyri umsitingarligu og fíggjarligu fyrireikingunum til eitt endaspæl fyri A-landslið.

Hetta hevur Hondbóltssambandið ikki roynt áður og tað hevur heldur ikki nakað annað føroyskt sersamband.

- Hetta eru ókendar leiðir, men hví ikki sum hjá Pippi: - Hetta hava vit ikki roynt fyrr, so hví ikki?

Onkur kunning vantar enn frá evropeisku hondbóltssamgonguni, og sjálvt lutakastið er mikudagin. Starvsnevndin í HSF hevði sín fyrsta fyrireikandi fund týskvøldið, segði Hans Jón Thomsen við Portalin í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið.

Nógvar uppgávur eru fyri framman, men góð fólk og samstarvsfelagir eru, staðfestir stjórin, ið eisini við gleði lítur aftur ein túr til Eysturríkis við nógvum kenslum.

Sí alla samrøðuna ovast.

Sí eisini: Peter Bredsdorff-Larsen: - Hevur verið ein kensluborin vika

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder