- Man kann ikki bara fara inn og bara skora og gera nakað sjálv.
Soleiðis lýsir Jana Mittún tað at spæla á A-landsliðsstøði, sum hon royndi fyri fyrstu ferð í Rumenia mikuvkøldið, í mun til at spæla til dømis ungdómslandsliðshondbólt.
Tað sá tó ikki út til at vera heilt soleiðis, tí Jana skoraði rímiliga skjótt fýra mál og gjørdist javnsettur føroyskur toppskjútti í dystinum - tvey av hennara málum, har hon tekur sakina í egnar hendur, síggjast í videobrotinum omanfyri.
Jana Mittún til venjingina fyrr í dag (Mynd: Sverri Egholm)
- Tá eg fekk at vita, at eg skuldi inn, so var eg sjálvandi nokso nervøs, men eisini spent. Tað var nógvur larmur í høllini, og tað hjálpti, so at man ikki hugsaði so nógv um nervarnar og bara royndi at gera sítt besta, so ja; tað er mega skeg.
Ungi bakspælarin lærir nógv av at vera á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð , og nú gleðir hon seg at spæla á heimavølli móti Danmark í morgin, har áskoðararnir kunnu fáa stóran týdning.
Dysturin móti Danmark í Høllini á Hálsi, har Jana og hinar vandu fyrr í dag, byrjar í morgin klokkan 16.15.
Sí eisini: Myndir: Fyrireika seg til stóru uppgávuna í morgin
Høllin á Hálsi er karmur um dystin í morgin seinnapart (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald