
Mikukvøldið spældi liðið ein harðan dyst í Rumenia, har føroyska liðið var heilt væl við til eina løtu inn í annan hálvleik.
Heimtúrurin gjørdist longri enn ætlað, tí flogfarið fekk ikki sett seg í Vágum hóskvøldið, eftir at tað hevði flogið yvir Føroyum eina løtu. Harvið gekk leiðin til Bergen, og ikki fyrrenn í gjár komu føroysku kvinnurnar til landið.
Nú hugsavna tær seg um uppgávuna móti liðnum, sum í fjør endaði nummar fýra til EM-endaspælið. Gamaní var Danmark á heimavølli, men tað er eingin ivi um, at liðið við millum Sandru Toft, Anne Mette Hansen, Louise Burgaard og Mie Højland er sera sterkt.
Avbjóðingin er spennandi, og spælarar eru á føroyska liðnum, sum spæla í donskum hondbólti, og nakrar hava eisini donsk ættarbond.
Vónað verður at høllin á Hálsi verður full seint seinnapartin í morgin. Áskoðarar kundu ikki koma til dystirnar í juni, men hesaferð er møguleikin har, og føroysku leikararnir nevna tað eisini í samrøðunum hjá okkum, at tað hevði gjørt upplivingina meira serliga, um stuðulin verður heilt stórur í morgin, tá tær bresta saman við Danmark.
Dysturin í høllini á Hálsi byrjar klokkan 16.15.
Sí eisini:
- Tær eru hondbóltsspælarar líka sum vit
Jana: - Hetta er nógv hægri tempo
Sí myndir frá venjingini á Hálsi fyrrapartin:
-
-
Bjarta Osberg Johansen
-
Lív Bentsdóttir Zachariasen
-
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
-
Guðrið Ellingsgaard
-
Marianna Geirsdóttir Eystberg
-
Súna Krossteig Hansen
-
-
Pernille Brandenborg og Súna Krossteig Hansen
-
Ninna Katrin Johansen
-
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
-
Rakul Wardum
-
Marita Mortensen
-
Turið Arge Samuelsen
-
Jana Mittún
-
Landsliðsvenjararnir Dragan Brljevic og Finnur Hansson
-
Jana Mittún (Mynd: Sverri Egholm)
-
Maria Halsdóttir Weyhe
-
Annika Fríðheim Petersen
-
Marianna Geirsdóttir Eystberg og Kristianna Henneberg Joensen
-
Ninna Katrin Johansen og Durita Christophersen Jojic
-
Pernille Brandenborg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald