Hondbóltur

Video: - Hetta er tað størsta

Vit gleða okkum heilt ótrúliga nógv at spæla fyri fullsettari høll, og tað kann geva okkum 5-10 prosent eyka móti Ukraina. Tað sigur landsliðsspælarin Rói Berg Hansen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-23 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið við monnum hevði í kvøld sína fyrstu venjing í Høllini á Hálsi undan stóra EM-undankappingardystinum, ið verður sunnukvøldið.

Júst tað at spæla á Hálsi kann fáa stóran týdning, vísir 27-ára gamli vongurin Rói Berg Hansen á. Hann iðrar seg eitt sindur yvir, at hann og lið hansara HØJ, mistu ov nógv "býtt stig" í næstbestu donsku deildini. Tað endaði við einum fjórðaplássi, men í summar kemur millum annað føroyski málverjin Pauli Jacobsen til felagið.

Nú er sjóneykan á landsliðnum. Rói hevur fleiri ferðir áður spælt móti Ukraina, har tað hevur verið um reppið hjá Føroyum í fleiri førum.

- Vit eru byrjaðir at knekka kotuna í mun til at vinna dystir, og hvussu vit kunnu vera við seinastu 10-15 minuttirnar. Um vit kunnu vera við tá móti Ukraina, so er heilt opið, tí eg haldi, at vit sjálvir hav verið orsøkin til, at vit ikki hava vunnið móti Ukraina. Eg hopi, at vit hava tikið lærdóm við frá tí, so at tað kann koppa okkara veg hesuferð.

Føroyrar og Ukraina spæla EM-undankappingardyst á Hálsi mikukvøldið klokkan 19. Hetta er næstseinasti dystur í bólkinum - vinnarin liggur ógvuliga væl fyri til at fáa triðja plássið, sum í løtuni sær út til at vera nóg mikið til at fáa EM-atgongumerki.

Sí alla samrøðuna við Róa Berg Hansen ovast í greinini

Sí eisini: Mark og Julian: Skulu standa ímóti teirra fysikki og fáa álopasspæli at flóta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder