Hondbóltur

Video: - Hetta mátti upplivast

Vit vilja stuðla okkara monnum, og hetta er stórt. Tað eru fimm ungir mans í Berlin, sum hava ávisar hondbóltsroyndir, samdir í.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-10 21:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin): Tvey flogfør komu í gjár, og í dag eru fýra fullfermd flogfør farin úr Føroyum til Berlin. Harumframt hava fleiri koyrt úr Danmark - millum annað kom ein fullur bussur av Oyrasundskolleginum seinnapartin.

Føroyska innrásin í týska høvuðsstaðnum hevur harvið veruliga tikið á seg, og á "føroyska gistingarhúsinum" mitt á Alexanderplatz er gott føroyskt lag í kvøld.

Portalurin prátaði við ein vinarbólk, har teir flestu eru kendir í hondbóltsheiminum:

Tveir spældu U21 HM her í summar, ein er í stóra HM-bruttuhópinum, ein er fastur maður í Vestmanna og hevur fyri kortum eisini verið áskoðari til eitt endaspæl. Tann sum ikki beinleiðis í hondbóltsheiminum keypti atgongumerkir til Týsklands í síðstu løtu, tí hann vildi vera partur av hesum og stuðla Føroyum.

Ungu menninir eru - frá vinstru til høgru:

Kristian Jensen (VÍF), Petur Frank Jákupsson Holm, Ovi Lützen (Kyndil), Dánjal Ragnarsson (Á veg til VÍF) og Jóhannes Bjørgvin (VÍF)

Sí eisini: Alexandur Johansen: Gleði meg at sita saman við øllum føroyingunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder