Fótbóltur

Video: - Hevði flent um onkur fortaldi mær hetta áðrenn

Jonathan Johansson sigur seg njóta hesa serstøku tíðina. - Ikki nógvir fáa hendan møguleikan, vit vilja skelka Fótbóltsevropa aftur, og talan er um hartarbeiðandi lið, sigur svenski KÍ-málverjin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-01 20:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í ár spældi hann í 5. besti norsku deildini - sum miðverji. Seinastu tíðina hevur Nils Jonathan Johansson vart málið hjá KÍ, og hann hevur hildið málið reint í øllum teimum trimum Champions League-dystunum higartil.

- Hetta er ótrúligt, og tað er stuttligt at felagið fær uppiborið uppmerksemi. Allir arbeiða hart fyri hvørjum øðrum, og vit eru ógvuliga truplir at spæla ímóti.

Eftir venjingina í Göteborg í kvøld segði 31-ára gamli svenski málverjin, har sjálvandi var spenningur og nakað av nervum, men soleiðis skal tað vera, tá okkurt uppá spæl, staðfesti Nils Jonathan Johansson.

Hann tosaði eisini um at skelka Fótbóltsevropa aftur, at eingin trúði uppá teir áðrenn Ferencvárosi á útivølli, og Dávid móti Goliat.

KÍ og BK Häcken spæla seinna dystin í 2. umfari í Champions League í annaðkvøld klokkan 18. Portalurin verður á staðnum, FM1 sigur frá, og dysturin sæst í Kringvarpinum.

Sí eisini: Árni Frederiksberg: Verður eitt vónbrot um vit ikki vinna

Sí eisini: Til venjing hjá KÍ í Göteborg

Les eisini: Upp ímóti 100 KÍ-fjepparar og 5000 áskoðarum samanlagt

Les eisini: Mads og Páll ikki tøkir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder