Fótbóltur

Video: - Hevði ikki væntað tað nú - kundi ikki siga nei til hetta

(9 min) Um tað skuldi vera, so skuldi tað vera nú, men eg havi ikki havt góða tíð at hugsa um tað, og tað hevur verið hart. Í longri samrøðu á vøllinum í Leirvík letur 28-ára gamli Gunnar Vatnhamar upp um skiftið til Íslands.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-06 15:33 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

- Eg fekk eina uppringing tann dagin vit spældu móti Moldova og aftur dagin eftir. Í báðum førum segði eg, at eg var til reiðar at fara avstað - tað skuldi vera nú ella ongantíð.

Skiftið hjá Gunnari Vatnhamar úr Víkingi til Víking Reykjavík er komið uppá pláss uppá stutta tíð. Íslendsku steypavinnararnir fóru beinanvegin at hyggja seg um, tá ein miðverji gjørdist langtíðarskaddur. Eyguni vóru fest á Føroyar og 28-ára gamla landsliðsmiðverjan hjá Víkingi.

Serliga er tað fysiska styrkin, luftstyrkin og tað at Gunnar vinnur nógvar nærdystir á egnari hálvu, ið hevur gjørt, at íslendska felagið hevur keypt leirvíkingin.

Staddur uppi á Brekku í dag, skírisdag, kemur Gunnar inn á tilgongdina, tíðina í Víkingi, tað at skifta Leirvík út við Reykjavík og góða stuðulin frá familju og sínum barndómsfelagið.

- Tá man gevur nakað, fær man nakað aftur, og tað er eingin ivi í, hvar eg spæli, tá eg komi aftur til Føroyar, staðfestir Gunnar, áðrenn hann heilsar Víkinga-fjepparum

Gunnar Vatnhamar hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við Víking Reykjavík. Hann fer til Íslands tíðliga í morgin, har hann skal undir eina nýggja tilveru sum yrkisfótbóltsspælari.

Lagt til rættis: Agnar Prestá
Filmað og klipt: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder