Fótbóltur

Video: - Kann ikki minnast at eg havi verið betur fyri

Kropsliga er 32-ára gamli Klæmint Andrasson Olsen á rætta staðnum, sigur hann, og metmálskjúttin hevur eisini havt viðgongd í Íslandi seinastu vikurnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-13 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað byrjaði við at hann var uttanfyri hópin, men seinastu vikurnar hevur hann fleiri ferðir gjørt bart fyri Breiðablik.

Liðið, ið er í íslendska oddastríðnum, leigaði Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ og eftir hart arbeiði - og eitt sindur av tilvild - hevur rituvíkingurin vunnið sær nógv fleiri minuttir og nógv málstig:

- Tað var øðiliga tungt at byrja við. Men eg havi drivið á til venjing og verið við gott mót. So hava skaðar og karantenur eisini verið til, at eg eri komin inn á liðið. So havi eg bara gjørt tað, so væl sum eg kann, havi gjør mun og fingið meira spælitíð, og tað er bara positivt.

Samanlagt hevur Klæmint skorað seks mál og lagt upp til tvey í ellivu kappingardystum í Íslandi. Í vikuskiftinum legði áleyparin upp til bæði málini hjá Breiðablik.

Við Portalin sigur Klæmint Olsen, at hann ongantíð hevur verið betur fyri - íhvussu er ikki kropsliga. Nú fegnast hann um at vera komin aftur til Føroyar - ið er nakað serligt - og hann er spentur til dystin móti Kekkia leygarkvøldið.

Í november taptu Klæmint og hinir 5-0 í venjingardysti Kekkia, og so at siga alt skal gerast øðrvísi hesaferð:

- Sjálvandi skulu vit vera nógv dugnaligari á bóltinum og læra nakað av tí dystinum(...) vit eru øgiliga spentir til uppgávuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder