Fótbóltur

Video: - Landsliðið hevur altíð verið ein dreymur

Nýklækti B36-leikarin, Árni Frederiksberg, er aftur á landsliðnum. Hann sigur millum annað, at føroyingar hava nakað at løna aftur í Aserbadjan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-11-13 09:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flogvøllurin í Kastrup, Danmark (Portalurin) - 26 ára gamli Árni Frederiksberg hevur verið ein av profilunum í føroyskum fótbólti seinastu árini. Hann hevur tó bert spælt tveir dystir fyri A-landsliðið. Hetta kemst av, at Árni fyribils steðgaði á landsliðnum í 2016.

Vandamikli vinstrabeinti kantspælarin er við í ferðalagnum til Aserbadjan. Í samrøðuni omanfyri greiðir hann millum annað frá, hvussu tað er at vera aftur, og hví hann valdi at skifta frá barndómsfelagnum NSÍ til B36.

Landsliðshópurin lendi fyri lítlari løtu síðani í Kastrup, har Lars Olsen, landsliðsvenjari og teir, sum spæla í Danmark og Noreg eru komnir upp í. Nú gongur leiðin beinleiðis víðari til Baku, Aserbadjan.

Aserbadjan og Føroyar spæla leygardagin klokkan 17 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder