Baku, Aserbadjan (Portalurin) - Lars Olsen og Jóannes Jakobsen síggja út til at hava valt somu leikskipan sum móti Kosovo. Tað bendir eisini á, at Sølvi Vatnhamar avloysir leikbannaða René Shaki Joensen til høgru á miðvøllinum og Klæmint Andrasson Olsen verur fremsti maður ístaðin fyri skadda Jóan Símun Edmundsson.
Landsliðsvenjarin segði við einum brosi, at at hann ikki fór at avdúka nakað enn. Hann var millum annað eisini inni á, at har vóru nógv góð ting at taka við frá seiansta dysti, har liðið spældi í 4-5-1/3-4-3 leikskipanini.
Sí eisini: Video: Status úr Aserbadjan
Sí eisini: Video: Rituvíkingurin í Aserbadjan ætlar at taka av møguleikanum
Les eisini: Myndir: Nærkast leygardegnum og leikvøllinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald