Fótbóltur

Video: - Man hevur eina sterka trúgv uppá tað

- Sigurin á Ferencváros gevur sjálvandi meira blóð á tonnina, staðfestir Hallur Hansson. KÍ-miðvallarin sigur, at sín fyrsti dystur fyri felagið var eitt tað størsta, hann hevur roynt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-07-25 19:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Viðleikararnir gjørdu tað lætt fyri meg, og hetta minnir onkursvegna eitt sindur um, tá vit vunnu á Grikkalandi.

Soleiðis setur Hallur Hansson orð á sína fyrstu uppliving í KÍ-blusuni. Hon var í Budapest í síðstu viku, har. 31-ára gamli miðvallarin spældi allan annan hálvleik í 3-0 sigrinum á Ferencvárosi.

Sí eisini: Hallur Hansson spældi fyri fyrstu ferð fyri KÍ

Hallur viðurkennir, at fysisika stigi hjá honum er langt frá, har sum tað helst skal vera, men at soleiðis kann vera eftir ein langtíðarskaða.

Nú gleðir Hallur Hansson seg til sín fyrsta heimadyst fyri KÍ. Tað verður fullsett, og tað gevur nakað eyka, staðfestir royndi landsliðsspælarin.

- Vit eru als ikki bangnir fyri BK Häcken. Vit hava sjálvandi virðing fyri svensku meistarunum, men hava eina sterka trúgv uppá at alt ber til.

KÍ og Häcken spæla fyrra dystin í 2. umfari í Conference League við Djúpumýrar í morgin klokkan 19.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder