Vágar í gjárkvøldið, Keypmannahavn í løtuni, har venjing verður á skránni á middegi, síðani flogtúrur til London og at enda busstúrur til Cardiff.
Hetta er rutan hjá Bjarka Nielsen og hinum í B36-hópinum, sum hóskvøldið skulu royna at gera arbeiði í 2. umfari í Conference League liðugt í Cardiff.
B36 vann fyrra dystin móti Haverfordwest AFC 2-1, og Bjarki er sannførdur um, at B36 fer at spæla seg víðari.
Hoyr samrøðuna, vit gjørdu við B36-vongin í Vágum í gjár, ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald