Hondbóltur

Video: - Menningin hjá Føroyum gevur íblástur - vil verða partur av henni

Vit skulu seta langtíðarmál og menna hvønn einstakan spælara á kvinnulandsliðnum, sigur nýggi landsliðsvenjarin, Claus Mogensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-13 22:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin kunngjørdi Hondbóltssamband Føroya, at Claus Mortensen var settur sum nýggjur landsliðsvenjari.

Les eisini: Claus Mogensen nýggjur kvinnulandsliðsvenjari

Danin skal stjórna A-landsliðnum hjá kvinnum í minsta lagi í tvey og eitt hálvt ár - sáttmálin er galdandi til 1. januar 2026 - og júst tað at arbeiða við langtíðarmálum og framtíðini, er nakað hann ynskir.

Sjálvandi fer føroyska liðið at stríðast hart fyri at spæla seg til EM-endaspælið, sum verður í desember 2024. Um tað eydnast, ella ikki eydnast, er ikki tað mest umráðandi: Beint nú snýr tað seg um at menna tær einstøku og liðið sum heild, og at ætlanin skal halda yvir longri tíð, sigur hann.

Í fyrstu samrøðuni síðani setanina sigur Claus Mogensen millum annað við Portalin, at hann vil verða til at hjálpa spælarum at taka fet frameftir á hondbóltsleiðini. Tað at talan er um nógvar ungar spælarar er spennandi, staðfestir hann.

50-ára gamli venjarin, við nógvum royndum á hægsta stigi í heimlandinum, í Noreg og í Turkalandi staðfestir, at Føroyar millum annað hevur nógvar spælarar, sum eru sterkar 1v1.

Claus Mogensen hevur havt sínar tvær fyrstu venjingar við hópinum. Liðið venur aftur í annaðkvøld. Annika Fríðheim Petersen, Súna Krossteig Hansen og Lív Svenbjørnsdóttir Poulsen, sum allar spæla uttanlands, eru ikki við hesaferð.

EM-undankappingin byrjar í oktober við dysti í Svøríki og síðani heima móti Íslandi. Føroyar eru eisini í bólki við Luksemborg, og eru styrkismettar sum nummar trý. Eins og hjá monnunum, koma fýra av teimum átta bestu trý'arunum víðari til endaspælið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder