Í løtuni stendur ítróttarstjórin í Hondbóltssambandinum, Mark Lausen-Marcher, á odda fyri A-landsliðnum hjá kvinnum saman við Finni Hansson. Liðið hevur vant saman hesa vikuna men hevur ikki ein høvuðsvenjara á pappírinum.
Hetta er tí, at Sonni Larsen hevur fingið nýtt venjarastarv. Mark Lausen-Marcher sigur, at í Hondbóltssambandinum miða tey høgt, nú nýggjur venjari skal setast. Hann staðfestir eisini, at starvið er meira dragandi enn áður, tí Føroyar eru í framgongd og hava á pappírinum ein góðan møguleika í næstu undankapping.
Í summar skulu U19- og U21 landsliðini hjá monnum spæla HM endaspæl. Í bólkaspælinum eru Føroyar styrkismettar sum nummar tvey av fýra, og hava tí ein góðan møguleika at koma víðari, men tað er fjórðingsfinalan, ið er málið, staðfestir ítróttarstjórin.
- Tað verður ógvuliga trupult, tí tað krevur, at liðini vinna á stórum hondbóltstjóðum, men vit eru ikki bangin fyri at seta okkum høg mál, sigur Mark Lausen-Marcher.
Les eisini: U19 fingu Svøríki úr hægsta styrkisbólkinum
Í samrøðuni í Høllini á Hálsi setti hann eisini orð á, hvør støðan hjá Óla Mittún er: 17-ára gamli hoyvíkingurin er fastur á báðum liðum, men heldur ivasamt er, um hann kann fara við U21-landsliðnum eisini - og um so er, hvussu nógv hann spælir. Hetta orsakað av høgari arbeiðsbyrðu.
U17 og U19 hjá kvinnum skulu til EHF Championship, har tað við góðum úrslitum er møguleiki at vinna sær pláss í EM ella HM-endaspæli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald