Hondbóltur

Sonni Larsen skal til Noregs at vera venjari

Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, og Finnur Hansson hava ábyrgd av venjingunum hjá kvinnulandsliðnum hesa vikuna. Samstarvið við Sonna endar tó ikki heilt.

Sonni Larsen tók við sum A-landsliðsvenjari hjá kvinnum 1. desember 2021. Hann skal frá í summar standa á odda fyri TIF Viking Bergen, ið liggur til at flyta upp í bestu norsku mansdeildina (Mynd: Sverri Egholm)

Sonni Larsen tók við sum A-landsliðsvenjari hjá kvinnum 1. desember 2021. Hann skal frá í summar standa á odda fyri TIF Viking Bergen, ið liggur til at flyta upp í bestu norsku mansdeildina (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-28 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag varð greitt, at Sonni Larsen hevur fingið nýtt venjarastarv. 36-ára gamli danin varð kunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá TIF Viking Bergen, sum í løtuni er oddalið í næstbestu norsku mansdeildini.

Sonni skal byrja har í summar, men tað er longu nú greitt, at hann ikki longur er venjari hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum. Eisini støðgar samstarvið millum Sonna Larsen og HSF viðvíkjandi U17-landsliðnum, sum hevur spennandi avbjóðing í summar.

Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá í dag. Hóast Sonni Larsen ikki byrjar í starvinum í Noregi fyrrenn í summar, so hyggur HSF aðrar vegir beinanvegin, og tað skilur venjarin væl, sigur hann í stuttari viðmerking við heimasíðuna.

Kvinnulandsliðið er savnað hesa vikuna, og  eru tað fyribils Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, og Finnur Hansson, hjálparvenjara, sum standa fyri liðnum. Leitað verður eftir nýggjum høvuðsvenjara, skrivar Hondbóltssamband Føroya. Føroyar hava venjingardyst móti Finnlandi á skránni í apríl.

[object Object]
Sonni Larsen hevur verið við til nógvar stórar løtur í føroyskum hondbólti seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

Sonni Larsen tók við sum kvinnulandsliðsvenjari 1. desember 2021, eftir at Dragan Brljevic noyddist at gevast av heilsuávum. Tað eydnaðist ikki at spæla seg víðari til høvuðsundankappingina til HM eftir smalan samlaðan ósigur í Kosovo í november. 

Sonni Larsen kom til føroyskan hondbólt og Hoyvíkar í 2016. Hann var venjari frá 2017 til og við apríl 2021, har hann hevði ábyrgd av liðnum í nøkrum undankappingum. Eisini var Sonni høvuðsvenjari til U21 HM í 2017. Hann kemur framvegis at vera partur av føroysku venjaraútbúgvingini.

- Hondbóltssambandið takkar Sonni fyri tíðina sum venjari og ynskir honum blíðan byr við Viking í Bergen. HSF kemur enn at samstarva við Sonni sum skeiðshaldara í sambandi við venjaraútbúgving í Føroyum, har hann undirvísir í úrvalsvenjaraútbúgvingini.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder