
Lutakast hevur í dag verið um bólkabýtið til EHF Championship-kappingarnar í summar.
Seinastu árini hava føroysk ungdómslandslið við dreingjum og gentum luttikið til hesar kappingarnar, men av tí at føroyska U19-landsliðið í august 2021 - við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum, Paula Mittún og Paula Jacobsen á odda - vann EHF Championship kapping í Bulgaria, er tað ikki so í ár.
Gullið í Bulgaria hevði við sær, at tann árgangurin slapp við til U20-EM í fjør, og at Føroyar eisini vóru umboðaðar til U18 EM. Úrslitini har vóru so mikið góð - bæði liðini endaðu í topp 10 - at Føroyar í ár eru við til HM endaspælið fyri U21 og HM fyri 2019.
Harvið snýr tað seg um ungu kvinnurnar í EHF Championship í ár, og Hondbóltssamband Føroya skrivar í dag, at bæði liðini hava fingið ein spennandi bólk, har okkara hava møguleikar. Liðini spæla um at vinna seg víðari til EM og HM.
Eftir síðsta HM-dystin fyri U18-kvinnur í fjør. Tær í 2004 og 2005-árganginum høvdu vunnið sær rættin at verið har og stóðu seg væl: Føroyar endaðu nummar 19 av 32 liðum. Hesar hava í ár aldur til U19-landsliðið (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Spania er á pappírinum sterkasta mótstøðuliðið hjá bæði U19 og U17 í bólkaspælinum. Ovastu tvey liðini úr bólkunum møtast í hálvfinalum og vinnararnir av hesum dystunum í finaluni. Tað snýr seg um at koma víðari fyri at framhaldandi hava møguleika at fáa EM og HM-pláss.
Tær sum nú eru í árgangunum, sum svarar til U19, royndu seg síðsta summar í U18 HM-endaspæli. Hetta plássið kom í hús, tí ungu kvinnurnar á summri 2021 vóru millum hálvfinaluliðini í EHF Championship, tá tær spældu á U17-landsliðnum.
EHF Championship – U17 kvinnur
Baku, Aserbajan, 5.-13. august 2023
Bólkur A: Slovenia, Litava, Georgia, Bosnia-Hersegovina, Aserbajan
Bólkur B: Føroyar, Spania, Luksemborg, Grikkaland
EHF Championship – U19 kvinnur
Klaipeda, Litava, 8.-16. juli 2023
Bólkur A: Spania, Føroyar, Turkaland, Bulgaria
Bólkur B: Slovenia, Estland, Litava, Bosnia-Hersegovina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald