Hondbóltur

U19: Fingu Svøríki úr hægsta styrkisbólkinum

Hini mótstøðuliðini hjá Føroyum í bólki H í HM eru Iran og Burundi. Talan er um eitt gott og spennandi lutakast, skrivar Hondbóltssamband Føroya. Dystirnir eru fyrst í august í Kroatia.

Føroyar spældu tættan dyst móti Svøríki til EM og eru hægri styrkismett enn mótstøðuliðini úr Asia og Afrika (Mynd: HSF)

Føroyar spældu tættan dyst móti Svøríki til EM og eru hægri styrkismett enn mótstøðuliðini úr Asia og Afrika (Mynd: HSF)

2023-03-03 11:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakast um bólkabýti til HM-endaspælið hjá U19-monnum í august hevur verið fyri løtu síðani verið.

Har gjørdist greitt, at føroysku U19-mennirnir komu í bólk H saman við Svøríki, Iran og Burundi. Talan er um eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið, skrivar Hondbóltssamband Føroya. Føroyar hava spælt ímóti Svøríki fyri stuttum - hini mótstøðuliðini eru ikki líka kend: 

- Talan er um ein spennandi bólk. Svøríki gjørdist nummar 2 í U18 EM-endaspælinum í fjør, har Føroyar gjørdist nummar 9. Liðini møttust í fyrsta dystinum í kappingini, har Svøríki vann 32-29.

- Iran gjørdist nummar 2 til asiatiska endaspælið, meðan Burundi gjørdist nummar 4 í afrikanska endaspælinum. Eftir innleiðandi umfarið verður Føroyar sett saman við bólk H, sum telur Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA.

Tað kann væntast, at Føroyar eru sterkari enn mótstøðuliðini úr Asia og Afrika, og liðið hjá Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen var eisini styrkismett hægri enn tað

Bólkarnir:

Bólkur A: Portugal, Kroatia, Ruanda, Algeria (Býur: Varazdin)

Bólkur B: Ungarn, Slovenia, Marokko, Ný Sæland (Býur: Varazdin)

Bólkur C: Egyptaland, Ísland Japan, Kekkia (Býur: Koprovinica)

Bólkur D: Spania, Suðurkorea, Brasil, Bahrain (Býur: Koprovinica)

Bólkur E: Danmark, Eysturríki, Kili, Meksiko (Býur: Rijeka)

Bólkur F: Noreg, Montenegro, Norðurmakedonia, IHF Trophy vinnari (Býur: Rijeka)

Bólkur G: Týskland, Argentina, Saudi Arabia, USA (Býur: Opatia)

Bólkur H: Svøríki, Føroyar, Iran, Burundi (Býur: Opatia)

HM verður leikt í Kroatia dagarnar 2. – 13. august í býunum Koprovinica, Varazdin, Rijeka og Opatia Føroyar skal spæla innleiðandi dystirnar í strandarbýinum Opatia, skrivar Hondbóltsambandið, ið greiðir soleiðis frá fyrireikingunum:

Føroysku fyrireikingarnar til HM byrja við einari samling í apríl. Í mai og juni, eftir at heimliga kappingin er liðug, kemur liðið at venja fast saman. Í juli mánaði verða tveir fyrireikingardystir móti Íslandi.

Hetta føroyska landsliðið endaði nummar níggju til U18-EM í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder