Bjargingar hjá Jovanu var ein munur, tá samanumkom, og vit kunudu fingið okkurt brotskast, sum vit ikki fingu.
Brynja Høj, ið spældi ein góðan dyst í verjuni hjá Neistanum, irðar seg yvir tapið í longdari leiktíð fyri grannunum. Hetta ger, at Neistin ikki sleppur í FM-finalurnar.
Tó er ymiskt at fegnast á og at byggja uppá hjá Neistanum, og hetta var ein stuttligur dystur at spæla - sum ein dystur millum Neistan og Kyndil skal vera, sigur Brynja Høj.
Neistin skal spæla móti Stjørnuni um bronsuna.
FM-hálvfinalur
Onnur hálvfinala, Høllini á Hálsi
Kyndil - Neistin 30-29 eftir longda leiktíð (25-25 eftir vanliga leiktíð)
Kyndil á 2-0 í hálvfinalunum og harvið víðari til FM-finalurnar móti H71. Tann fyrsta er á skránni næsta vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald