Fótbóltur

Video: - Serliga Viljormur hjálpti mær nógv

21-ára gamli Andrias Edmundsson fegnast um at hava spælt sín fyrsta A-landsdyst, og at teir royndu leikararnir og serliga liðformaðurin stuðlaðu so nógv. Nú fer miðverjin at royna at betra um nøkur ting, og eisini at royna seg í Noregi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-19 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur verið nógv skaðaplágaður í ár, men nú er fóturin í so mikið góðum standi, at Andrias Edmundsson kann spæla dystir, og í Kosovo í kvøld gjørdist talan um meira.

Har stóð Andrias sterkur í myndini í verjuspælinum - ungi toftamaðurin viðurkennir tó, at tað eru serliga nøkur ting við til dømis bóltinum, ið skulu betrast, men tað snýr seg millum annað um dystarrútmu

- Um eg haldi meg skaðafrían, fái eg heilt sikkurt fleiri minutirr á A-landsliðnum í framtíðini, sigur høgi miðverjin.

Andrias Edmundsson skal nú hugsavna seg um spennandi uppgávu í Noreg. Landsliðsliðfelagin Gilli Rólantsson Sørensen, sum í kvøld spældi fullan dyst á høgra bakki, hevur fingið í lag royndarvenjing í Eliteseriu-felagnum Odds BK.

Ungi toftamaðurin skal venja við í nkarar dagar og eisini spæla ein venjingardyst, og tað gleðir hann seg nógv til.

Hoyr meira í samrøðuni omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder