Í gjárkvøldið vann KÍ 3-0 í Ungarn og spældi seg víðari til annað umfar í Champions League.
Eftir at hava fingið standandi lógvabrestir frá næstan 20.000 áskoðarum í hitanum í Budapest, var ikki lang tíð til heimferðin byrjaði.
Tá KÍ-ferðalagið í kvøld kom gjøgnum Norðoyatunnilin stóðu brandbilar til reiðar, umframt fólk við millum annað neyðblussum. Fýrverk var, og nógv børn vildu hava autografar.
Vit fangaðu Jákup Biskopstø Andreasen, tá hópurin kom til vøllin við Djúpumýrar. Tað var ein fegin og rørdur liðformaður, ið setti orð á avrikið hjá KÍ, mentalitetin og serligu løturnar seinasta stóra samdøgrið.
25-ára gamli klaksvíkingurin hugdi eisini fram móti uppgávuni móti, BK Häcken. KÍ spælir móti svensku meistarunum við Djúpumýrar mikukvøldið.
Sí eisini: Árni Frederiksberg: - Helst tað størsta eg havi upplivað sum fótboltsspælari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald