Magdeburg, Týskland (Portalurin) - Álopið koyrir ordiliga væl, men tað haltar í føroyska verjupartinum.
Hetta vísti máltalvan í Magdeburg í dag, og hetta staðfesti Rói Ellefsen á Skipagøtu eisini í samrøðu aftaná. 19-ára gamli hoyvíkingurin spældi meginpartin av dystinum á bakkinum. 34 mál komu ígjøgnum, men okkara skoraðu 39 ferðir móti Japan.
Sum høgri bakkur á føroyska landsliðnum eru tað ikki nógvir nærdystir í álopsstøðu, men heldur metingar um leypast skal á breitt ella um bólturin skal víðari (Mynd: Sverri Egholm)
Ársins spælari í Føroyum slær fast, at Japan er heilt nakað annað at spæla ímóti enn onnur landslið. Hetta er serliga tí, at spælararnir eru so kvikir. Júst tað gav føroyingum stórar trupulleikar í verjustøðu. Sjálvt um mótstøðan verður øðrvísi í morgin, so er nógv at hyggja og rætta uppá her, sigur Rói á Skipagøtu.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hann er annars vælnøgdur við álopsspælið í fyrstu dystunum og setur orð á tað at hava Hákun West a Teigum undir lið sínari, tað at spæla á høgra bakki og kasta við høgru hond og sín leiklut har.
Rói Ellefsen á Skipagøtu skeyt fýra mál, og legði upp til fýra onnur.
Sí eisini:
Á veg víðari við nógvu málum í skjáttuni
Video: Hákun West av Teigum: Fari at royna at skora hvørja ferð í næsta dysti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald