Føroyar og Ukraina bresta mikukvøldið klokkan 19 saman í Høllini á Hálsi í EM-undankappingardysti.
Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher umrøddu í stóra hondbóltsprátinum á Portalinum fríggjadagin spennandi dystin, sum kann gerast avgerandi í mun til at vinna seg til eitt EM-endaspæl.
Julian heldur, at nakað av trýsti er á føroyska liðnum, tí nú er møguleikin har. Sum hann sær tað, standa Føroyar betri nú, enn til síðstu dystirnarn móti Ukraina (-4 á útivølli í fjør og -1 á heimavølli í 2021). Eisini er spælskiparin Elias Ellefsen á Skipagøtu betri fyri nú enn til dystirnar móti Rumenia.
Hin venjarin og viðmerkjarin, ið eisini er ítróttarstjóri í Hondbóltssambandinum, heldur, at føroyska liðið er sálarliga nóg væl fyri at standa ímóti trýstinum í slíkum averandi dysti. Hann viðurkennir tó eisini, at talan verður um eitt slag av vónbroti, um tað ikki eydnast at koppa Ukraina og koma til EM.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald