- Tað verður eitt leygarkvøld í juni, har sólin fer at skína, og tað verður fantastiskt her á Tórsvølli.
Jóannes Bjartalíð er aftur, og 26-ára gamli klaksvíkingurin sigur, at hann og liðfelagirnir eru til reiðar at geva alt leygarkvøldið móti Kekkia.
Miðvallarin skifti til Fredrikstad í vetur. Ein skaði darvaði Bjartalíð í vetur, og hann var ikki við til fyrstu landsliðsuppgávurnar í ár. Nú er fóturin í góðum standi, og hann hevur spælt nógv í næstbestu norsku deildini.
Áðrenn fyrstu landsliðsvenjingina, sum byrjaði klokkan fýra, kundi Jóannes Bjartalíð staðfesta, at hann ikki kennir, at hann hevur flutt seg nógv enn, vegna skaða, men at umstøðurnar eru til tað í norska felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald