Hondbóltur

Video: - Tað er nú alt skal avgerast

Vilhelm Poulsen var ikki við seinast Føroyar spældu vegna skaða. Hoyvíkingurin setur orð á tað at vera aftur nú og eitt heldur hart fyrsta kappingarár í Danmark.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-24 19:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sindur ringt at koma aftur at spæla, tá alt skal avgerast móti endanum av kappingarárinum, men vit royna at koyra á.

Tað sigur 23-ára gamli Vilhelm Poulsen. Hann hevur í ár spælt í donskum hondbólti - við Lemvig- Thybøren í bestu deildini. Lámi bakkurin hevur tó sitið uttanfyri part av kappingarárinum vegna skaða.

Talan var um steðg á fýra mánaðir, ið millum annað gjørdi, at Vilhelm ikki var vð til dystirnar móti Rumenia í síðsta mánaða.

Hann segði við Portalin í gjárkvøldið, at tað tó var fantastiskt at síggja Føroyar vinna heimadystin, og at hann gleðir seg at vera partur av hesum aftur.

Júst heimavøllurin kann vera ein greiður fyrimunur, vísir Vilhelm Poulsen á. Hann vísir á, at tá Føroyar taptu við fýra málum fyri Ukraina í fjør, sat føroyska spælið ikki sum tað skuldi

Føroyar og Ukraina spæla í Høllini á Hálsi mikukvøldið kl. 19. Vinnarin liggur væl fyri, í mun til at koma til 

Sí eisini: Rói Berg Hansen: - Hetta er tað størsta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder