- Fótbóltur er so týdningarmikil fyri meg, at eg havi gjørt alt fyri at koma aftur.
Hetta staðfestir Brandur Hendriksson Olsen í erligari samrøðu við Portalin á Hotel Føroyum í dag.
Skálvíkingurin er aftur á landsliðnum. Hetta eftir skurðviðgerð og harða uppvenjing. Til tíðir hevur tað verið einsligt í styrkirúminum, men Brandur setir orð á sterka stuðulin frá familju og vinfólki og eisini fysisikum venjara og øllum í Fredrikstad seinastu mánaðirnar.
Nú 27-ára gamli landsliðsspælarin hevur havt tankan um, hvat stig hann kann koma á eftir tveir krossbandsskaðar. Nú stríðist hann av øllum alvi fyri at koma aftur á tað høga stigið hann var á, áðrenn krossbandið slitnaði tíðliga í 2022, tá hann var í Helsingborgs í Svøríki.
Brandur Hendriksson viðurkennir, at hann helst ikki fær stórvegis leiklut á vøllinum hesa ferð, men at hann kann geva nakað við sínum royndum.
- Vit fara inn eftir stigum. Vit hava víst tað á Tórsvølli fyrr - seinast móti Turkalandi - so hví ikki?
Tað verður helst í heyst, at Brandur Hendriksson aftur fær lyklaleiklut á føroyska miðvøllinum. Hann hevur spælt í fýra dystum í næstbestu norsku deildini seinastu tíðina. Seinast tekniskt gávaði og skilagóði spælarin var á A-landsliðnum var í Ísrael í sínum dysti nummar 50.
Føroyar og Kekkia spæla á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19.45.
Lagt til Rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm
Portalurin hevur ymiskt annað tilfar úr landsliðsleguni í morgin og verður
eisini til sjálvan dystin leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald