Hondbóltur

Video: - Tað hevði verið deiligt at fingið 50 landsdystir afturat

- Montenegro lyftir sítt stig og spæl, meðan vit fáa ov stórar trupulleikar í báðun endum, sigur Pernille Brandenborg, ið tó hevur jaligu brillurnar á eftir tapið við Tjarnir. - Stuðulin merkir nógv, og vit kunnu taka nógv við her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-18 21:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hoyr samrøðu við Pernille Brandenborg, sum setur orð á 32-26 tapið fyri Montenegro við Tjarnir í kvøld.

Landsliðsliðskiparin spældi sín dyst nummar 50 fyri Føroyar - sum tann fyrsta kvinnan - og varð heiðrað fyri hetta áðrenn dystin. Tað fegnast liðskiparin, við fimm málum á degnum, eisini um.

Sí eisini: Pernille Brandenborg tann fyrsta at røkka landsdysti nummar 50

2. umfar í undankappingini til EM 2026 
Leygardagin 18. oktober
Føroyar - Montenegro 26-32 (14-14)

Fleiri hagtøl her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder