Í annaðkvøld spælir føroyska U21-landsliðið triðja dystin í hesari EM-undankappingini. Higartil er tað eydnast at fáa fýra stig í tveimum dystum, og Føroyar eru ovast í bólkinum.
Kroatia hevur framvegis ikki spælt nakran dyst, og er tað Kroatia, ið er mótsstøðuliðið í Klaksvík í morgin, týsdagin 12. september klokkan 18. Eyðun Klakstein og Atli Gregersen royna nú at fyrireika liðið.
Hjálparvenjarin úr Norðragøtu staðfestir, at hetta ikki er ein løtt uppgáva. Eitt er, at kroatiska liðið ikki hevur spælt undankappingardyst enn, men tað verður eisini helst talan um ein heilt stóra uppgávu, í mun til styrki.
Atli er tó við gott mót, og staðfestir at dreingirnir eru væl fyri og hava gott sjálvsálit eftir ein sigur á útivølli og síðani hvíld. Teir eru spentir í leguni - millum annað gleða teir á U21-landsliðið at spæla fyri heimafjøldini.
Dentur verður millum annað lagdur á at verja innlegg: - Droymi um tað og konu mína í løtuna, sigur Atli. Síðani skulu Føroyar royna at revsa Kroatia hart, tá plássið kemur, og til tað hóskar hetta liðið væl, heldur 41-ára gamli fyrrverandi A-landsliðsspælarin.
Hann var ov gamal, tá U21-landsliðið byrjaði - í júst Kroatia í 2007 - men leggur dent á, at dreingirnir skulu njóta hetta og samstundis taka av møguleikanum.
Sí samrøðuna sum Portalurin gjørdi áðrenn venjingina í Klaksvík í dag ovast. Upptøka og sett saman: Bjarni Enghamar
U21 EM-undankapping, bólkur G
Í morgin, týsdagin 12.09, við Djúpumýru
18.00: Føroyar - Kroatia
Atgongumerki fáast her
Støðan (FaroeSoccer):
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald