Hondbóltur

Video: - Uttan iva besta gullmedaljan eg havi vunnið

Hava trúð uppá hesar ungu spælararnar alt árið og eri errin av teimum, staðfesti annar av H71-venjarunum, Djóni Gaard Joensen, í Kollafirði í gjár. Nú skal byggjast uppá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-02 08:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvar broytingar, nógv ivamál, Bogi Hansen gjørdist bakkur - so aftur vongur - KÍF bjóðaði av, men H71 fekk fjórðu finaluna at hóska heilt væl til sín, og so var aftur gullgleimur í hoyvíksleguni.

Djóni Gaard Joensen hevur roynt tað fyrr - sum spælari og venjari - men hetta var nakað serligt, staðfestir hoyvíkingurin. Hann er sjálvur ungur í venjarahøpi, og saman við Mark Lausen-Marcher hevur ítróttarstjórin í Hoyvík sæð menningina frá síðjulinjuna.

Hoyr Djóna seta orð á tilgongdina í ár og ætlanirnar næsta ár, har uppaftur yngri skulu taka við, ovast.

[object Object]
Djóni Gaard Joensen kundi fegnast saman við sínum ungu spælarum, sínum starvsfeløgum og liðfeløgum (Mynd: Sverri Egholm)

Sí allar myndirnar úr Kollafirði í gjár HER

Fjórða og síðsta FM-finalan í Burn-deildini
Mikudagin 1. mai
KÍF (1) - H71 (3) 32-37 (14-21)

Toppskjúttar: Bogi Hansen 10 mál, Rasmus Søby 9 mál, Brian Slyne 8 mál
Sí dómaraseðil og dystargongd her

Sí eisini:
H71 er føroyameistari triðja árið á rað
Myndir: Hoyvíkingar vunn FM í Kollafirði

Video:
Bogi og Torstein í Kollafirði: Hetta merkir nógv
Ísak: Eri fullkomiliga ferdigur - men mega deiligt við gulli
Tony: - Vit vantaðu orku í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder