- Vit hava ikki funnið góða spælið frá HM fram í hesum dystunum móti Portugal. Veit ikki heilt hvat tað er - kanska okkurt við hæddini, tær taka í verjuni - men vit hava í øllum førum nógv at hyggja uppá.
Jana Mittún er ógvuliga vonbrotin eftir enn ein minni góðan álopsdyst hjá Føroyum - fyrri hálvleikur var beinleiðis vánaligur, á serliga hesum økinum, og prosentini tala fyri seg (33 skotprosent í fyrra hálvleiki og 48 prosent samanlagt)
Sí eisini: Fyrri hálvleikur í Portugal gjørdist ógvuliga dýrur fyri Føroyar
Viborg-bakkurin skal vera ein stórur profilur í føroyska spælinum. Hon hevði eisini flest upplegg í dag, trý mál og góðar verjustøður í 2. hálvleiki, men Jana Mittun var heldur ikki nær við at raka hæddirnar samanlagt í dag.
Bakspælarin staðfestir eisini skuffilsi av egnum innsatsi. Hoyr alla samrøðuna, eftir 25-23 tapið í Portugal í kvøld.
------------------------------------------------
EM-undankapping, bólkur 4
Sunnudagin 5. mars - 4. av seks umførum:
Portugal - Føroyar 25-23 (15-8)
Toppskjuttar:
Brynhild Pálsdóttir og Carmen Figueired: 6 mál hvør
Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - tvey umfør resta í
1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 4 stig
4. Ísland 2 stig
Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisini víðari, tí liðini í so stóran mun taka stig hvør frá øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald