- Nú hugsavna vit okkum um at gera alt fyri at steðga Lille, sum jú er eitt franskt stórfelag, men man merkir í Klaksvík, hvussu stórt tað er, at vit skulu spæla hendan dystin. So tað er bara stuttligt.
Hetta sigur sviin Nils Jonathan Johansson. Hann hevur vart málið í øllum teimum níggju evropeisku dystunum hjá KÍ higartil í ár.
- Teir skulu ikki sleppa at skjóta á mál í morgin, so eg noyðist at bjarga, heldur hann skemtandi fyri.
At verjuspælið situr, at man hóttir uppá deyðbóltar, og at KÍ eisini heldur fast í bóltinum og ikki blakar hann burtur - sum til tíðir í Bratislava - eru lyklarnir, staðfestir Jonathan.
- Vit fara altíð eftir stigum og hopa og vóna veruliga at koma herfrá við trimum - hví ikki, sigur hann at enda við Portalin.
Jonathan og KÍ taka móti Lille á Tórsvølli í morgin, hóskvøldið 5. oktober, klokkan 17.45.
Sí eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald