Fótbóltur

Video: - Vilja vísa Føroya fólki at vit vilja vinna

- Vit fara eftir at vinna allar dystirnar í heyst, staðfestir Gunnar Vatnhamar undan fyrsta Nations League-dystinum. Leirvíkingurin er eisini komin í deildarspæli í Conference League.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-09-03 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ein dreymur sum verður veruleiki. Vit høvdu sett okkum hetta sum mál í Víkingi Reykjavík, og vit skulu hava nøkur stig til Íslands.

Hetta sigur Gunnar Vatnhamar um tað, at hann við sínum íslendska felagi veruliga skal royna seg í heyst og í vetur. Hetta í tí sum nú eitur deildarspælið í Conferencen League - tað sum fyrr æt "bólkaspæl", har millum annað KÍ og Breiðablik (Klæmtin Andrasson Olsen) vóru í fjør. 

Vit hittu 29-ára gamla leirvíkingin undan dagins venjing. Gunnar skal eisini spæla Nations League í heyst, og sterki miðverjin er greiður: Føroyar fara eftir at vísa, at man kann vinna dystir og so nógvum stigum sum gjørligt.

Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, Leygardagin 07.09
14.00: Føroyar - Norðurmakedónia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder