Klokkan 19 í annaðkvøld tekur B36 móti Paide Linnameeskond á Ovara vølli í Gundadali.
Mótstøðuliðið í fyrsta umfarið í Conference League liggur í løtuni á 7. plássi í bestu deildini í Estlandi. Ilt er at peika á greiðan favoritt í uppgerðini, og venjarin hjá B36 staðfestir, at tað er ikki so lætt at lesa uppá, tí Paide fyri kortum hevur skift venjara. Í seinastu dystunum hjá liðnum eru fá mál komin.
Portalurin tosaði við Dan Brimsvík undan venjingini hjá B36. Hann setti millum annað orð á tað serliga við evropeiskum dystum og tað at hava heimavøll fyrr.
Sí eisini: Seinast: B36 tók ímóti liðið úr Estlandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald